Gongutúrur úr Vági til Fámjins

2015-06-14 19.52.34Bygdargøtan millum Vág og Fámjin var fyrr høvuðsvegurin millum Vág og Fámjin. Gøtan, ið er uppmerkt við varðum, gongur ígjøgnum vakurt náttúrulendi í haga og framvið bjørgunum norðan fyri Vág.

Gongutúrurin eftir varðagøtunum úr Vági til Fámjins byrjar við Skótahúsið í Vági. Gingið verður niðan í Dalin, niðan til Ryskivatn og higani eftir bygdargøtuni, norðanfyri Ryskivatn og norður gjøgnum Reyðabakka til Fámjins.

Á túrinum fært tú høvið at uppliva og njóta vestaru síðu av syðru helvt av Suðuroynni; m.a. síggja bergtakandi náttúruna niðri í Botni og merkja kensluna av óendaligum vakurleika, ið okra náttúra hevur ríkað okum við.

Við á gongutúrinum verður við frásøgufólk.

Túrurin tekur umleið 4 tímar og er ikki strævin at ganga.

Bookmark permalink.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *